
Musso Grand
Kraftigur pick-up í nýmótans sniði
Við 4-hjólstrekki og einum 2.2 liturs dieselmotori við 202 hestum og 441 Nm, er Musso Grand avgjørt ein pick-up til øll hugsandi høvi. Og hóast at Musso Grand er ein sannur arbeiðshestur, so hevur KGM lagt seg eftir einum nýmótans sniðið og framúr komfort.
Garantiið er heili 5 ár / 100.000 km.
Uttan

Størstur av sínum slag
Mussu Grand samantvinnar snið og virkisføri, og bjóðar størstu lastina millum pick-up’ar.

Høgt trygdarstøði
Trygdin er í hásæti hjá Musso Grand. Millum trygdarútgerðina kann nevnast Lane Keeping Assist, Blind Sport Collision Warning, Lane Departure Warning o.a.

Hjálparskipanir
Musso Grand er útgjørdur við fleiri skipanum, sum hjálpa og lætta um í dagligdegnum. T.d. automatisk langljós, aktivan fatpilot o.a.
Innan

Stórur skýggi
Við 12,3″ skýggjanum fært tú atgongd til Apple CarPlay og Android Auto, sum bæði lættir um og gevur undirhald við á ferðini.

Komfort og gott pláss
Ein rúmlig kabina við elektriskum leðursetrum og leðurróðri gera bilin til eina fragd at koyra – bæði sum vørubilur og persónbilur.

Hita í róðri og setrum
Hiti í róðrinum og setrunum er standarútgerð hjá Musso Grand – hevur tú fyrst roynt tað, vilt tú avaftur við tað.