
Maxus e-Deliver3
Maxus e-Deliver3 er ein slóðbrótari innan elektriskar vørubilar. Bilurin er bygdur sum el-bilur frá grundini, og tí hevur verið møguligt at spara heili 200 kg í uppbygnaðinum – hetta sæst sjálvsagt aftur í hvussu nógv bilurin klárar at lasta.
Slóðari og fyrsti av sínum slag




Fæst í tveimum støddum

Tann minni rúmar – 4,8 m3

Tann størri rúmar – 6,3 m3
Um MAXUS e-Deliver3
Maxus e-Deliver3 er heimsins fyrsti el-vørubilur, sum er bygdur frá grundini av. Hendan mannagongdin ger, at man hevur spart burtur 200 kg av konstruktión og kann bilurin tí lasta væl meira.
e-Deliver3 kann lasta upp til 1000 kg.
Battarí pakkarnir á 35 kWt og 50,2 kWt geva eina slóðbrótandi koyrilongd.
Trygd
Maxus e-Deliver3 er úgjørdur við víðfevnandi virknum trygdarpakka, sum standard. Íroknað útgerð er t.d. ESP og bremsuassistentur (BAS) umframt aðrar trygdarskipanir.
- Elektroniskt støðufestiskontroll (ESP)
ESP tryggjar, at tú ikki missur tamarhaldið á bilinum um hann skuldi komið í óføri í einum svingið, hálku ella aðrari truplari støðu. - Blokeringsfríar bremsuskipanir (ABS)
ABS forðar fyri, at hjólini á bilinum steingjast, tá tú neyðbremsar. Hetta merkir, at sjálvt um tú bremsar brádliga og harðliga ber framhaldandi til, at stýra bilinum uttanum ting á vegnum. - Javnvigan av bremsukraft (EBD)
EBD stendur fyri (Electronic Brakeforce Distribution). Hendan skipanin syrgir fyri, at bremsukraftin verður javnviga á teir ymisku akslarnar – eisini í neystøðum og uttan mun til hvussu tung lastin er. - Bremsuassistentur (BAS)
Hendan skipanin økir bremsukraftina í neyðstøðum og syrgir fyri, at bremsulongdin verður stytt mest møguligt.
Útgerð
- 7″ Touch skerm
- Bluetooth til tónleik og MP3/Radio
- Upphitaði el-síðuspegl
- Parkeringssensor
- Bakkikamera
- Sensorur at máta trýsti á dekkunum
- Aircondition
- 180◦ upplating av hurðum aftanfyri
- Apple CarPlay
- og mangt annað
Hvussu langt koyrir hann?
Maxus e-Deliver3 bjóðar eina slóðbrotandi koyrilongd upp á heili 371 km* (WLTP urban), treytað av støddini á battaríinum og av longdini á bilinum.
Vanlig ella sparsom koyring
Tað ber til, at velja millum tvær innstillingar í samband við orkubrúk – nevniliga vanliga ella sparsama koyring. Harafturat kanst tú velja millum trý stig, tá bilurin skal vinna orku aftur – veikt, miðal ella sterkt. Tað vil siga í hvussu stóran mun, at bilurin skal løða upp í meðan hann er í koyring.
Harvið avgert tú sjálvur hvussu sparandi koyringin skal vera og hvussu nógv bilurin skal løða uppaftur, tá tú motorbremsar.
Best av øllum – grønur og umhvørvisvinarligur
Maxus e-Deliver3 er 100% elektriskur og ger tí sítt til, at lækka um heimsins CO2 útlát.
Tú ert í tryggum hondum
Tað skal vera trygt, at velja sær elbil frá Maxus. Tí verður tann nýggi Maxus E-Deliver3 seldur við 5-ára garanti/100.000 km. – Umframt 8 ára garanti/160.000 km. uppá battaríið.
Fleiri upplýsingar
Maxus e-Deliver 3 er fremstur, tá tað kemur til nágreiningar. Sí leinkju niðanfyri.