
BMW i5
Ein nýmótans klassikari
5-serian er ein klassikari hjá BMW, og nú er hann tøkur sum i5 – 100% elektriskur.
BMW i5 fæst sum eDrive40 við 340 hk og bakhjólstrekki ella sum ein xDrive40 við 394 hk og 4-hjólstrekki. Er tað ikki nokk, so fæst i5’arin eisini sum M60 xDrive við heili 601 hk og 4-hjólstrekki.
Koyrilongdin er heilt upp í 621 km (BMW i5 eDrive40) upp á eina løðing.

Nýhugsandi cockpit
Flata og eleganta instrumentbretti við førarasetri setur sín dám á útsjóndina í kabinuni hjá BMW i5.

BMW Curved Display
Tað nýggja BMW Curved Display í BMW i5 sameinir tann stóra 12,3” skíggjan við ta enn størri 14,9” Control Display’ið.

Rúmligt við 5 setrum
BMW i5 hevur 5 rúmlig sitipláss. Á baksetrinum kunnu sessast 3 persónar og er gott pláss til bæði høvd og bein.
Løðing av BMW i5 – lættari enn nakrantíð áður

Tað er ómakaleyst at løða BMW i5. Bilurin kann skjótløðast við heilt upp til 350 kW – tað merkir, at hann fer frá 10% til 80% upp á einans 30 minuttir. Hetta er gagnligt, tá tú koyrir langar túrar og hevur tørv á, at fylla battaríið skjótt upp.
Harafturat fært tú BMW Flexible Charger til heimabrúk, ein løðikaðal (mode 3) til almenna løðing og eitt BMW Charging Card, sum gevur atgongd til alment netverk av løðistatiónum í eitt nú útlandinum, um tú fert at ferðast.
BMW i5 – 100% elektrisk koyrigleði
UM BMW i5
Hví varierar koyrilongdin?
Hetta kemst av, at tað eru ymiskir faktorar, sum kunnu ávirka koyrilongdina. So sum: Koyristílur, standurin á vegnum, útgerðin hjá bilinum, slag av dekkum á bilinum, veðurlíkindi og hitalag, sinnalag á tí sum koyrir, hvussu nógv vekt er í bilinum (ferðafólk og viðførið) v.m.
Koyrir tú til dømis við høgari ferð á longum strekkjum, er nýtslan størri enn tá tú koyrir býarkoyring við lágari ferð. Við býarkoyring løðir bilurin millum annað meira upp í seg aftur og gevur hetta betur koyrilongd.
Útsjónd og útgerð
BMW i4 fæst í ymiskum útgávum:
- Base
- M Sport
- M Sport Pro
Hesir pakkarnir bjóða upp á ymiska útgerð bæði tá viðvíkur útsjónd uttan og innan, umframt at ymisk eykaútgerð hoyrir til ymsu pakkarnar.
Ljóðdoyvandi hentleikar
Til BMW i5 kanst tú velja IconicSounds Electric, sum eykaútgerð og er hetta ein hentleiki, sum tillagar ljóði í kabinuni á bilinum. Alt eftir um tú koyrir dynamiskt í SPORT-mode ella meira róligt í COMFORT-mode, so tillagar bilurin ljóði í bilinum soleiðis, at hvør túrur gerst góður.